10 føroyskir svimjarar til Finnlands at kappast á NMU 2016

Í morgun fór eitt ferðalið av føroyskum svimjarum og leiðarum/venjarum við Atlantic úr Vágum, til Danmarkar at ferðast víðari yvir Stockholm til Tampere í Finnlandi, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður nú leygardagin og sunnudagin.

Svimjararnir eru 10 í tali

  • Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag
  • Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
  • Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
  • Karin Midjord (2001), Havnar Svimjifelag
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
  • Johan N. Dam (2002), Havnar Svimjifelag
  • Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir

Hartil er Anni á Hædd við sum ferðaleiðari, Rúni Gaardbo sum venjari og Annika Næs Johannesen sum leiðari/venjari.

Vit vita longu út í frá startlistunum, at kappingin verður sera hørð, og at hesi ungu tí fyrst og fremst eru við fyri at royna eftir sínum egnu, bestu tíðum, og at venja luttøku á altjóða meistarastevnum.

Stevnusíðan sæst her á heimasíðuni hjá finska svimjisambandinum

Martin Dam eigur myndina

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.