Jóansøkusvimjing 1. juli 2016

Suðuroyingar heilsa, at tað fríggjadagin hin 1. juli kl 16 verður skipað fyri havsvimjing á fjørðinum í Vági. Ein teinur á 300m byrjar kl 16:30 og ein teinur á 1200m byrjar aftaná. Málið er út av Pálshøll. Hugnaløta við onkrum góðum afturvið verður aftaná í Pálshøll. Luttakaragjald 50 kr fyri ung undir 16, og 100 kr fyri vaksin, verður goldið við uppmøting.

Ger viðmerking