EM 2016 liðugt avgreitt

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu nakað met – men soleiðis kann tað væl ganga viðhvørt. Lukkutíð var lagið tó gott allan vegin, og tey royndu tað tey kundu.

London Aquatics Centre

Stevnan gekk annars væl fyri Norðurlond, har til dømis Ísland vann sítt fyrsta silvurheiðursmerki á EM á langgeil, og tá enntá tvey úr silvuri og eitt úr bronsu. Svøríki vann 4 gull og 1 bronsu, Danmark 2 gull, 4 silvur og 1 bronsu, Litava (sum er Norðurland í øllum førum í svimjihøpi) 1 gull og 2 bronsur, Ísland síðani 2 silvur og 1 bronsu, Noregi 1 silvur og Finnland 1 bronsu. Tilsamans 7 gull, 7 silvur og 6 bronsur, til Norðurlond á EM 2016.

Men altso hjá okkum føroyingum var hetta so avgjørt ikki hin besta stevnan nakrantíð. Eitt var at Pál ikki rakk í finaluna, men hartil vóru teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm nakað langt frá sínum bestu tíðum, sum skilst tí at tað ikki rakk til at vera í toppform líka til nú, aftaná nakrar intensar mánaðir við fyrst FM á langgeil og síðani Danish Open og FM á stuttgeil. Teir vóru OK væl fyri, sum teir gingu her í London, men fingu tað bara ikki at rigga nóg væl í vatninum.

Signhild Joensen og Sára Ryggshamar Nysted vóru neyðturviliga í nøkulunda somu skóm, við tað at tær eisini hava verið til hesar stevnur, umframt JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung í Klaksvík. Men tær svumu tó sum heild væl, serliga á styttru teinunum, hesar mongu ferðir tær royndu seg í London; og komu um ikki niðurum sínar bestu tíðir, so niður ímóti.

Hjá teimum báðum Signhild og Sáru er hendan stevnan heldur ikki endin á meistarastevnuárinum 2015-2016, við tað at tær í juli skulu luttaka á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í Ungarn. Tær hava verið hugagóðar og glaðar her í London, og vónandi hevur hendan harða vikan tí eisini verið góð fyrireiking til EJM, har støðið hóast alt verður eitt sindur lægri.

Pál hevur nú Rio at miðsavna seg um, meðan Óli og Alvi báðir fyri so vítt eru lidnir við kappingarárið 2015-2016. Møguliga fara teir at luttaka á onkrari altjóða stevnu afturat, hesumegin summarferiuna, men er tað ikki 100% avgjørt enn.

– Og so kann eg kanska eisini líka viðmerkja, at eg havi eina spennandi tíð frammanfyri mær, við tað at eg nú í sambandi við kongressina herfyri varð valdur í pressunevndina hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, og í tí sambandi skal gera eina greining til komandi fund við hesa, aftaná innleiðandi fund her í London. Sum ein ið vegna okkara positión langt úti í Atlantshavinum kann síggja tað heila eitt sindur úti frá, umframt at hava viðmæli sum ein av teimum fremru tá ið tað kemur til alt hetta nýggja og sosiala (og eftir mínum tykki, mobila).

Jon Hestoy er hartil afturvaldur sum næstformaður í Open Water nevndini hjá LEN, og Dan Hjelm við at verða fastur fúsur sum dómari á evropeiskum meistarastevnum. Føroyar hava sostatt eina rættiliga góðan umboðan í LEN høpi, eisini tá ið tað kemur til okkum ‘vaksnu’.

Nú gongur leiðin so heimaftur, har Pál fór aftur til Danmarkar, Óli og Alvi til Føroyar saman við Dan Hjelm umvegis nakrar svimjifundir í Keypmannahavn, og restin av okkum so umvegis Edinburgh til Føroyar. Eg skal fara at taka saman um sjálvi úrslitini, kanska seinni í dag ella ein av komandi døgunum, men beint nú skal kuffertið pakkast.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking