Varlig byrjan uppá EM í svimjing 2016

So er EvropaMeistarastevnan í svimjing byrjað her í London, og fyrstu føroyingar hava roynt seg í olympiska hylinum. Byrjanin kundi hava verið betur, men vikan er lang og vit eru í gongd.

13179219_10154189445932953_5048172723450023139_n

Fyrst at royna seg var Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, sum skuldi svimjar 400 blandað. Hon dragnaði nakað í firvaldasvimjingini, men kom aftur í rygg, áðrenn tað so gekk hinvegin aftur í bringu og frí. Nú aftaná skilja vit, at tað var serliga skiftið millum rygg og bringu sum gjørdi fortreð, við tað at hon helt seg møguliga vera kolldømda. Og at hon tí ikki gav seg full út, restina av kappingini, til at koma inn við 5:15.48. Sára eigur føroyska metið á 5:00.47, frá Reykjavík International í januar mánaða.

13244135_10154189491597953_1294656734863443734_o

Síðandi skuldi Signhild Joensen úr Ægir royna seg í 200 rygg, og gekk tað væl betur. Signhild kappaðist væl við tær sum hon var í riðli saman við, eisini í mun til tær sum høvdu betri tilmeldingartíðir, har rytman var at hon dragnaði eitt sindur í vendingunum, fyri síðani at taka tær inn aftur í svimjingini. Tíðin hjá henni var 2:21.58, sum er ein góð tíð, um enn ikki heilt so skjótt sum hennara 2:19.61 frá Danish Open herfyri, og so aftur nakað frá føroyska metið hjá Sáru Ryggshamar Nysted á 2:18.11.

Sostatt tvey ikki heilt so góð úrslit hendan fyrsta dag á EM í svimjing, í mun til tað sum vit høvdu vónað. Men, genturnar hava fleiri kappingar eftir her á EM í svimjing, spjaddar út á hesar 7 dagarnar sum stevnan varar. Svimjararnir hava kanska yvirhøvur havt í so nógv at gera, hesar seinastu mánaðirnar, við FM á langgeil og Danish Open og JM/MU og FM á stuttgeil. Men lagið er gott, og so taka vit hitt sum tað kemur 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.