Enn fleiri heiðursmerki til HS-masters í Hafnarfirði

Tað varð til enn fleiri heiðursmerki til Havnar Svimjifelag, tá ið næsti partur av íslendsku opnu masters meistarastevnuni varð avgreiddur í Ásvallalaug í Hafnafirði í morgun. Jon Hestoy varð íslandsmeistari í eisini 400 frí og 100 blandað, umframt Eyðun Húsgarð í 400 frí og Gunnley Durhuus í 50 bringu, og eitt mix-lið í 4×50 blandað.

Jon Hestoy í fokus

(Jon Hestoy trýfaldur íslandsmeistari, umframt 2 ferðir í stafettum. Eyðun Húsgarð eigur myndina)

  • Í 400 frí fyri menn 55-59 ár vann Jon Hestoy gull við tíðini 5:30.20
  • Í 400 frí fyri menn 50-54 ár vann Eyðun Húsgarð gull við tíðini 6:05.42
  • Í 50 bringu fyri kvinnur 65-69 ár vann Gunnleyg Durhuus gull við tíðini 56.58
  • Í 50 bringu fyri menn 65-69 ár vann Eyðun Bærentsen silvur við tíðini 47.28
  • Í 200 frí fyri menn 65-69 ár vann Eyðun Bærentsen bronsu við tíðini 3:14.87
  • Í 200 frí fyri menn 60-64 ár vann Leivur Dahl Michelsen silvur við tíðini 3:32.45
  • Í 200 frí fyri menn 55-59 ár vann Sámal Olsen bronsu við tíðini 2:48.07
  • Í 200 frí fyri menn 45-49 ár vann Erling Eidesgaard silvur við tíðini 2:40.04
  • Í 100 blandað fyri menn 55-59 ár vann Jon Hestoy gull við tíðini 1:20.96
  • Í 4×50 blandað fyri menn og kvinnur tilsamans 240-279 ár vunnu Elin M. Olsen (1:03.98), Gunnleyg Durhuus (56.24), Jon Hestoy (32.55) og Eyðun Bærentsen (38.36) gull við tíðini 3:11.13
  • Í 4×50 blandað fyri menn og kvinnur tilsamans 200-239 ár vunnu Anna Eidesgaard (55.68), Leivur Dahl Michelsen (48.99), Randi Holm (47,71) og Sámal Olsen (33.08) silvur við tíðini 3:05.16

Altso eini 5 gull, 4 silvur og 2 bronsur í morgun, afturat 2 gull, 3 silvur og 3 bronsur í gjár, so at tey til nú hava vunnið tilsamans 7 gull, 7 silvur og 5 bronsur. Kappast verður aftur nú seinnapartin.

Úrslitini kunnu finnast her á swimrankings.net.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.