Masters-svimjarar hjá HS vinna heiðursmerki í Íslandi

Íslendarar skipa í hesum døgum fyri Icelandic Masters Open Championships 2016, við luttøku av eisini einum hópi úr Føroyum. Tey kappaðust í gjárkvøldið og skulu so kappast aftur í morgun og seinnapartin, og longu nú hava føroyingar vunnið fleiri heiðursmerki, umframt at vit hava fingið íslandsmeistarar bæði í einstaklinga og í liðkapping.

HS garpar við Ásvallalaug

(HS garpar við Ásvallalaug. Randi Holm eigur myndina)

  • Í 800 frí fyri menn 50-54 ár vann Eyðun Húsgarð silvur við tíðini 12:19.69
  • Í 50 firvald fyri menn 55-59 ár vann Jon Hestoy gull við tíðini 31.92
  • Í 50 frí fyri menn 65-69 ár vann Eyðun Bærentsen bronsu við tíðini 37.11
  • Í 50 frí fyri menn 60-64 ár vann Leivur Dahl Michelsen bronsu við tíðini 42.48
  • Í 50 frí fyri menn 45-49 ár vann Erling Eidesgaard bronsu við tíðini 30.74
  • Í 50 frí fyri menn 65-69 ár vann Gunnleyg Durhuus silvur við tíðini 50.95
  • Í 4×50 frí fyri menn tilsamans 240-279 ár vunnu Eyðun Bærentsen (37.43), Eyðun Húsgarð (31.40), Leivur Dahl Michelsen (41.56) og Jon Hestoy (29.97) gull við tíðini 2:20.36
  • Í 4×50 frí fyri kvinnur tilsamans 200-239 ár vunnu Gunnleyg Durhuus (53.30), Elin M. Olsen (48.66), Randi Holm (40.58) og Anna Eidesgaard (35.33) silvur við tíðini 2:57.87

Jon Hestoy íslandsmeistari í 50 firvald

(Jon Hestoy íslandsmeistari í 50 firvald. Randi Holm eigur myndina)

Altso tilsamans 2 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 3 bronsuheiðursmerki til Havnar Svimjifelag á opna íslandsmeistaramótinum í garpasundi.

Úrslitini kunnu finnast her á swimrankings.net.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.