HS-masters eisini heiðursmerki síðsta kvøld í Hafnarfirði

Síðsti stevnupartur varð í kvøld avgreiddur á íslendsku opnu master meistarastevnuni, og vunnu masters-svimjararnir úr Havn aftur bæði gull, silvur og bronsur. Tvey lið gjørdust íslandsmeistarar hjá monnum og kvinnum, og tilsamans vunnu tey eini 9 gull, 11 silvur og 8 bronsur á hesi stevnu.

HS garpar í Hafnarfirði

(HS masters í Hafnarfirði. Eyðun Húsgarð eigur myndina)

  • Í 50 rygg fyri menn 65-69 ár vann Eyðun Bærentsen silvur við tíðini 52.90
  • Í 50 rygg fyri menn 50-54 ár vann Eyðun Húsgarð bronsu við tíðini 45.20
  • Í 100 frí fyri menn 65-69 ár vann Eyðun Bærentsen silvur við tíðini 1:27.02
  • Í 100 frí fyri menn 60-64 ár vann Leivur Dahl Michelsen silvur við tíðini 1:35.12
  • Í 100 frí fyri menn 50-59 ár vann Sámal Olsen bronsu við tíðini 1:14.32
  • Í 100 frí fyri menn 45-49 ár vann Erling Eidesgaard silvur við tíðini 1:09.76
  • Í 4×50 frí fyri menn tilsamans 240-279 ár vunnu Eyðun Húsgarð (44.10), Leivur Dahl Michelsen (49.21), Jon Hestoy (23.66?) og Eyðun Bærentsen (48.68) gull við 2:45.65
  • Í 4×50 frí fyri menn tilsamans 200-239 ár vunnu Sámal Olsen (59.60), Steinbjørn í Dali (56.47), Erling Eidesgaard (49.59) og Jens Mikkelsen (46.82) bronsu við 3:32.48
  • Í 4×50 blandað fyri kvinnur tilsamans 200-239 ár vunnu Elin M. Olsen (1:05.02), Gunnleyg Durhuus (57.79), Randi Holm (48.00) og Anna Eidesgaard (37.10) gull við 3:27.91

Tilsamans 2 gull, 4 silvur og 3 bronsur afturat teimum 7 gull, 7 silvur og 5 bronsur frá í gjár og í morgun, so at liðið úr Havn alt í alt vann 9 gull, 11 silvur og 8 bronsur.

Úrslitini kunnu finnast her á swimrankings.net.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.