Svimjing styrkir um evnini hjá børnum at rokna

Nýggj gransking á enska UCL Centre for Longitudinal Studies bendir á, at børn sum ganga til ítrótt tá ið tey eru 5, 7 og 11 ára gomul, hava hálva aðru ferð betri kjans at fáa betri úrslit enn væntað, tá ið tey sum 11 ára gomul fara til ensku KS2 (Key Stage 2) rokniroyndina. Og, hetta er væl at merkja eisini galdandi fyri børn frá fíggjarliga sperdum familjum. Lesið her á The Telegraph

Children play in the pool

(Image courtesy of matt.herzog, CC BY 2.0)


Granskararnir sóu eisini, at børn sum luttaka í skipaðum ítrótti, vóru betri fyri sosialt, kensluliga og í atferð annars, enn tey sum ikki gjørdu ítrótt ella á annan hátt vóru likamliga virkin. Og aftur her var sama galdandi fyri børn frá verri stillaðum familjum, so at sokallaða “attainment gap” (avriksmunurin?) millum rík og fátøk minkaði.

Granskarnir meta at tað sum ger munin, er at børnini í ítrótti møta børnum úr nógvum samfelagsløgum, sum styrkir teirra sosialu eginleikar, fyri so aftur onkunsvegna at fáa tey at geva seg meira í eisini skúlanum. “For children who may have had a negative experience in their academic learning, this provides a more positive experience.”

Granskingin staðfestir nevniliga at hóast børnini frá serliga teimum fátøku korunum kanska ikki kláraðu seg so væl í skúlanum at byrja við, so bøttist støðan við ítrótti. Eg (Rókur) hugsi at tað kanska hjálpir uppá sjálvsvirðið hjá barninum, um tað finnur ein ítrótt har tað kann hevja seg, fyri tað sum tað kanska í løtum er eitt sindur trupult í skúlanum.

Og so ger tað væl einki um heilin hevur ein sunnan kropp at føða seg.

Ger viðmerking