Kappingarhyljar eru eisini breidd

Útvarpsrásin R7 viðgjørdi aftur í gjár spurningin um svimjihyl í Runavíkar Kommunu, og skulu teir tríggir mentanarleiðari Sølvi Reinert Hansen, mentanarnevndarformaður Terje B. Vestergaard og borgarstjóri Torbjørn Jacobsen hava stórt rós fyri góða og sakliga viðgerð av málinum. Lurtið frá umleið helvtina inni í sendingini her.

Pálshøll

(Almenn svimjing í Páls Høll. Páls Høll eigur myndina)


Eitt sum eg havi hug at skoyta uppí, nú teir aftur nevna spurningin um kappingarhyl ella ikki, er at eingin svimjihylur er bara til kapping. Í øllum førum ikki mær vitandi, sum eg veit um aftaná eftirhondini rættiliga langa tíð í svimjing, uttan teir fyribils sum verða settir upp til allarstørstu altjóða meistarastevnur, so sum EM og HM í svimjing.

Um vit til dømis taka nýggjastu svimjihøll í Føroyum, ið væl at merkja eisini er fyrsta nýbygda svimjihøll í eini 20 ár, so lat Páls Høll eisini beinanvegin upp fyri almennari svimjing. Sum hon skal. Jú, høllin er fyrst og fremst bygd til at nøkta ein spesifikkan tørv hjá kappsvimjarum, at sleppa at venja og kappast á langgeil eisini í Føroyum. Men, tað er fullkomiliga náttúrligt í svimjing at ein sovorðin høll eisini letur upp fyri øllum Føroya fólki at brúka.

Og ikki fyri at stinga nakran, so er tað tíverri ikki so við øllum øðrum, góðum og væl untum ítróttaranleggum, ið verða bygd.

Nú nevna teir fimleikarhøllina Bylgjuna, ið eigur alt rós uppiborið, sum eitt vælaverk til eina kommunu við sterkum fimleikartraditiónum, ið eisini mítt egna húski nýtur gott av. Men er nøkur almenn tíð har yvirhøvur?

Út yvir ein almennan dag stutt eftir at høllin varð tikin í nýtslu, so veit eg ikki um nakra løtu, har eg við familjuni kann fara at spæla mær í høllini. Og hóast vit í mínum húski hava 4-5 fólk sum eru limir í felagnum, so er ein ávís øvund millum beiggjarnar báðar, tí at bara annar veruliga sleppa at spæla sær í tí sum er stuttligt fyri slíkar, nevnda í amboðsfimleikinum.

Eg veit væl at hetta er ein onnur verð, og eri glaður fyri at har ikki bara stendur alt opið, so at tað forferst og vit hoyra um brotnar limir allatíð. Men svimjing er sum kunnugt heldur ikki púra ófarligt, bæði tá ið tað kemur til druknivanlukkur, og náðisleysa umhvørvið við vátum flisum allastaðni.

Poengið hjá mær er, at tað í svimjing er púra náttúrligt, at eisini kappingarhylurin er opin fyri almenninginum. Út yvir at har kanska er onkur strangur/varin lívbjargari sum heldur at onkur kanska ikki eigur at vera í djúpa enda, so er tað einki sum forðar mær ella einum smádrongi, at til dømis royna nøjagtiga tað sum í prinsippinum er gjørt til ein svimjara sum Pál Joensen.

Og sum tað lætt kann staðfestast, so eru tað nógv onnur enn bara kappsvimjarar, sum gera sær dælt av kappsvimjingarhyljunum. Tí ein kappsvimjingarhylur er eisini breidd, har avmálta strekkið á 25 ella 50 metur ger tað munandi lættari hjá rørslusvimjarum og øðrum at meta um, hvussu langt tey hava svomið. Umframt hjá teimum veikaru at svimja breiddir.

Frælsur ítróttur hevur tað nakað líknandi, tá ið tað kemur til renning. At Svangaskarð og Tórsvøllur eru opin øki fyri almenninginum, har enntá púra ókeypis. Og nógvar ítróttarhallir hava okkurt slag av skipan við leigutímum til eisini vanlig fólk, umframt at fótbóltsvallir flest allir í øllum førum ikki eru stongdir fyri almennari atgongd.

Men, tað er fáur ítróttur har tað er so sjálvsagt at øll skulu kunna sleppa framat, sum í svimjingini. Við trappum og liftum til rørslutarnaði og líknandi. Og tað eru fá ítróttaranlegg sum verða nýtt av so nógvum fólkum í øllum aldrum, sum svimjihallir.

Tí burdu vit eisini lyft okkum uppum hendan spurningin, um kappingarhyl ella ikki. Tað ber til at gera ein rundan ella áttatals-svimjihyl, men ein fýrakantaður er nú einaferð rættiliga praktiskur, og fyri okkum rørslusvimjarar sum telja enn meira, um vit kunnu sleppa undan at skula rokna í longdum á til dømis sum á Toftum, 16,67 metrar.

Men fyri at venda aftur til inngangin, so tykjast teir tríggir í Runavíkar Kommunu at hava sera góða fatan av bæði møguliga trupulleikanum við svimjiførleika í kommununi, og hvussu vit kunnu koma víðari. Og eg havi tí alla orsøk til at trúgva, at í øllum førum ein hylur í Runavík verður fýrakantaður 🙂

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking