Met og finalur til føroyingar eisini fimta dag á Danish Open 2016

So er síðsta sett av innleiðandi riðlum farið afturum á Danish Open 2016, har vit aftur fingu bæði føroyskt met og føroyingar víðari til finalur.

2016-04-17_10-50-15

Í 200 frí svam Frans Johannesen úr Esbjerg seg í B-finalu við 1:54.68 og 15. bestu tíð av teimum 61 luttakandi, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir svumu seg í C-finalu, Óli við 1:55.24 og 17. bestu tíð, og 1:56.94 og 22. bestu tíð. Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag varð nr 35 við 1:59.00. Tíðirnar hjá Óla, Alva og Marius vóru allar persónlig met.

Í 400 frí svam Stephanie Bjarta Hansen úr Allerød seg til eitt 27. pláss av 36 við 4:38.45, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við 4:31.01 svam seg B-finaluna við 16. bestu tíð.

Í 100 firvald svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag 59.93, sum rakk til eitt 27. pláss av 41 luttakandi, meðan Magnus Jákupsson úr Farum svam seg í A-finaluna við 55.45 og 4. bestu tíð.

Í 200 bringu svumu Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Beinta Debes seg í C-finaluna, við ávikavíst 2:48.03 og 19. bestu tíð, og 2:48.19 og 21. bestu tíð av 40 luttakandi. Emma Festirstein Nyström svam seg við 3:01.65 til eitt 40. pláss.

Í 50 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg til stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hann kvalifiseraði seg til B-finaluna við 29.89. Hann átti sjálvur føroyska metið á 30.01, frá FM á langgeil í ár.

Og í 200 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir 2:21.69 seg í A-finaluna við 2:21.69 og 8. bestu tíð teimum 25 luttakandi, meðan Sára Ryggshamar Nysted svam seg í B-finaluna við 2:23.05 og 9. bestu tíð. Sára eigur her (ekstremt góða) føroyska metið á 2:18.11, frá Reykjavík International Games 2016.

Nú er so liðugt við innleiðandi riðlum á Danish Open 2016, og eru tí bara síðstu finalur eftir, sum byrja kl 17 danska tíð (16 í Føroyum), við nógvum føroyingum í finalum. Sum heild hava okkara svimjarar verið imponerandi stabilt góðir, tá ið hugsað verður um høga støðið sum tey hava kappast ímóti í nú 5 dagar, har tey hvør sær hava kappast í lutfalsliga nógvum kappingum, og at tey í heilum hava luttikið í finalum eisini.

Finalurnar verða sum fyrr nevnt stroymaðar beinleiðis her á Danish Open 2016, umframt at til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk. Og tað verður spennandi líka frá fyrsta bríksli, tí tey byrja við kappingini um 200 frí hjá monnum, har 4 skulu finnast til danska OL-landsliðið 2016. Ein kapping sum fleiri av okkum longu hava skýrt ‘Blood in the Water’ ! 🙂

Øll úrslit frá í morgun kunnu síggjast her á livetiming.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.