Heiðursmerkir, met og OL-billett, 4. kvøld á Danish Open 2016

Enn eitt fantastiskt kvøld hjá føroyingum á Danish Open: Signhild setti føroyskt met og juniormet í 50 rygg, Pál og Óli vunnu heiðursmerkir í 1500 frí, og Pál tryggjaði sær pláss til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar.

Pál við til OL 2016


Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg til eitt 4. pláss í A-finaluni, við tíðini 30.07 sum er stórt nýtt føroyskt met og juniormet. Birita Debes átti føroyska metið á 30.12, frá Danish Open í 2013, meðan Signhild átti føroyska juniormetið á 30.50 frá innleiðandi riðlunum nú á Danish Open 2016.

Í 100 firvald svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 20. pláss í C-finaluni, við tíðini 1:05.30. Akkurát sama tíð sum í innleiðandi riðlunum, har hon tó í finaluni splittaði væl skjótari við 29.64 aftaná fyrstu 50, í mun til 30.06 í innleiðandi.

Í 100 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt 16. pláss við 1:08.16, nakað spakuligari enn hansara 1:07.37 frá innleiðandi riðlunum. Tá um morgunin splittaði hann 30.73 aftaná fyrstu 50, í mun til 31.77 í finaluni.

Í 200 frí vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag C-finaluna við 2:07.07, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag varð nr 8 í B-finaluni við 2:08.79. Um morgunin svam Vár 2:09.46 og Sára 2:09.69. Sára eigur føroyska metið og juniormet á 2:06.76, frá Reykjavík International Games 2016.

Og so í 1500 vann Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjfelag gull við 15:04.13, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann bronsu við imponerandi 15:38.41, og Marius Ihlen Gardshodn eisini úr Havnar Svimjifelag varð nr 6 við 16:03.49.

Tíðin hjá Páli var undir kravtíðum hjá dønum til Olympisku Leikir í Rio 2016, og er hann sostatt tryggjaður pláss á danska OL-landsliðnum. Hetta varð feirað hareftir.

Tíðin hjá Óla var stórt persónligt met, á eini 10,73 sekund í mun til hansara eisini imponerandi 15:49.14, frá tá ið hann vann bronsu á Portugal Open í fjør summar. Og, tíðin er væl undir B-kravtíðina á 15:46.79 hjá FINA til Olympisku Leikir í summar, og væl á veg til ta nógv harðaru A-kravtíðina á 15:14.77. Hartil var hann sera djarvur, tá ið hann valdi at royna at fylgja við Páli og Anton fyrstu 300 metrar, í so skjótt fyri seg, fyri síðani at stríða seg eisini teir síðstu 1200 metrar á mál.

Óli kann ikki brúka kravtíðirnar hjá FINA til nakað, við tað at vit føroyingar til hesar Olympisku Leikir eru undir donsku olympisku nevndina, sum hava ásett aftur nógv harðari 15:07.53 til hesar leikir. Hartil var Anton Ørskov Ipsen nógv nærri donsku kravtíðina, við 15:07.70 nú í finaluni.

Men, man hevur væl altíð loyvi at vóna, at Føroyar ein dag fáa sín egna sjálvstøðuga OL-limaskap, so at úrmælingar sum Óli eisini sleppa at royna seg.

UM tað var upp til føroyingar at bjóða Óla fram til OL í Rio, so var hann hervið klárur sum boð til bæði 400 og 1500 frí, við tað at hann nú á Danish Open 2016 hevur klárað B-kravtíðina hjá FINA í báðum hesum greinum. Í 1500 hevði úrslitið hjá Páli, at Óli her hevði skula klárað A-kravtíðina. Men man hevur væl loyvi at hugsa fram til OL í Tokyo.

Tíðin hjá Mariusi var eisini stórt persónligt met, frá hansara 16:17.70 frá Evropeisku Leikum í Baku í Aserbadjan í fjør summar. Eini 14.21 sekund, ella knapt sekund fyri hvørjar 100 metrar.

Í øllum førum kunnu vit fegnast um, at Føroyar og føroysk svimjing aftur nú á OL í Rio fara at hava ein føroyskan luttakara !

Øll úrslitini kunnu síggjast her, frá fjórða kvøldi á Danish Open 2016

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.