Met og finalupláss til føroyingar eisini 3. morgun á Danish Open 2016

Triði morgun er nú farin afturum á Danish Open 2016, har føroyingar aftur gjørdu vart við seg. Astrið og Signhild hava sett føroysk met, og ein rúgva svomið seg í finalur.

Untitled


Í 50 frí setti Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag føroyskt met, tá ið hon svam seg í B-finaluna við 27.19. Hon átti sjálv føroyska metið á 27.21, frá FM á langgeil 2016.

Í 50 firvald svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg í B-finaluna við 25.92. Hansara persónliga met er 25.88, frá FM á langgeil 2016.

Í 200 blandað svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg í A-finaluna við 2:23.77 og 6. bestu tíð av øllum. Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag svam seg við 2:31.76 í C-finaluna, men hevur har meldað avboð.

Í 50 rygg svam Magnus Jákupsson úr Farum klárt skjótast av øllum, 26.08 frammanfyri næstskjótasta Andreas Schiellerup á 26.42. Hann er so í A-finalu seinnapartin.

Í 400 blandað svam Alvi Hjelm úr Ægir seg í A-finaluna við 4:37.39 og triðskjótastu tíð av øllum. Hann eigur føroyska metið á 4:33.15, frá HM í Kazan í fjør summar.

Og í 800 frí er Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag beinleiðis víðari til skjótasta riðil, seinnapartin, við 9:06.84 og 6. skjótastu tíð av øllum.

Finalurnar byrja nú seinnapartin kl 17:30, danska tíð, og verða stroymaðar beinleiðis av dr.dk

Ger viðmerking