Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016

So er triðja finalukvøld farið afturum á Danish Open 2016, og føroysku svimjararnir eru av álvara vaknaðir. Astrið setti føroyskt met í 50 frí, Magnus vann gull í 50 rygg og setti danskt met, Alvi vann gull í 400 blandað og setti føroyskt met, og Vár setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 frí.

12512642_1180251678682072_214156490922153276_n

(Alvi glaður aftaná 400 blandað. Dan Hjelm eigur myndina)


Í 50 frí setti Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met, tá ið hon í B-finaluni svam teinin uppá 27.06. Hon átti sjálv føroyska metið á 27.19, frá í morgun. Tíðin rakk til eitt 7. pláss í B-finaluni, ella 15. pláss av øllum.

Í 50 firvald svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt 5. pláss í B-finaluni, ella 13. pláss av øllum, tá ið hann svam teinin uppá 25.95. Tað var so eitt sindur seinni enn hansara 25.88 frá í morgun.

Í 200 blandað svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg til eitt 5. pláss í A-finaluni, við tíðini 2:23.46 har hennara føroyska met og juniormet er 2:20.41.

Í 50 rygg setti Magnus Jákupsson úr Farum nýtt danskt met, tá ið hann vann gull við tíðini 25.43. Tað var OL-luttakarin Mathias Gydesen sum átti danska metið, á 25.44 frá 2010.

Í 100 rygg var Signhild Joensen úr Ægir ekstremt tætt við at seta stórt nýtt føroyskt met, tá ið hon í A-finaluni kom inn við 1:04.02. Men tíverri kavaði hon heilt undir tá ið hon kom á mál, og varð tí kolldømd. Tíðin hevði rokkið til eitt 4. pláss.

Í 400 blandað vann Alvi Hjelm úr Ægir í stórum stíli gull, og setti nýtt føroyskt met, tá ið hann svam teinin uppá 4:30.17. Hann átti sjálvur føroyska metið á 4:33.15, frá HM í Kazan í fjør summar.

Og í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing, svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag til eitt stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon varð nummar 5 við 9:09.34. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið, 9:12.01 frá stevnu í Páls Høll í januar mánaða.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.