Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016

Aftur í kvøld hava føroyskir svimjarar prógvað sítt virði, tá ið næsta sett av finalum varð avgreitt á Danish Open 2016. Í 200 blandað vann Frans Johannesen úr Esbjerg gull, meðan Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 4 við stórum persónligum meti. Og í 800 frí vann Óli Mortensen úr Havnar Svimjifell gull, eisini við stórum persónligum meti.

Screen Shot 2016-04-14 at 20.24.14

Í 50 frí varð Magnus Jákupsson úr Farum nr 4 við 23.18, aftanfyri George Bovell hin 3. frá Trinidad & Tobago á 22.79, og donsku Andreas Schiellerup og Anders Lie á ávikavíst 22.91 og 22.93.

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag varð í B-finaluni nr 15 av øllum við 24.36, og Eyðbjørn Joensen eisini úr SuSvim varð í C-finaluni nr 24 av øllum við 24.89.

Í 400 blandað varð Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag í A-finaluni nr 4 við tíðini 5.01.59. Hon eigur føroyska metið á 5:00.47, frá Reykjavík International Games í januar í ár.

Í 100 bringu varð Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag nr 15 av øllum við 1:17.42, har hon í morgun svam 1:17.10. Hennara persónliga met áðrenm í dag var 1:18.60, frá FM á langgeil í mars mánaða.

Í 200 blandað vann Frans Johannesen úr Esbjerg gull við 2:05.31, meðan Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 4 við 2:08.13, sum er stór betring í mun til hansara 2:08.98 frá HM í Kazan í fjør.

Í B-finaluni í 50 firvald svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 28.55, sum rakk til eitt 13. pláss av øllum.

Og í 800 frí var tað so Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum vann gull við 8:10.94, har hansara besta tíð til nú var 8:13.75, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet í 2014. Marius Ihlen Gardshodn varð nr 4 við 8:27.28, sum eisini er stór betring í mun til hansara 8:38.93 frá Evropeisku Leikum í Baku í fjør.

Úrslitini frá Danish Open í kvøld kunnu finnast her á livetiming.dk

Ger viðmerking