Innbjóðing til JM/MU 2016

Viðfest er innbjóðingin til JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuni fyri Ung 2016, sum Svimjisamband Føroya saman við vertsfelagnum Ægir skipa fyri, í svimjihøllini í Klaksvík hin 22. og 23. apríl 2016.

Faroese Youth Championships 2013


At talan hesuferð er um bæði JM og MU, ger at hendan meistarastevna mest sannlíkt verður ein hin størsta í longri tíð, hvat luttakaratali viðvíkur. Hetta tí at hon nú er fyri allar svimjarar frá junioraldur og niðureftir, sum við nýggja bólkabýtinum eru allir dreingir frá 18 ár og yngri, og allar gentur frá 17 ár og yngri.

Nýggja bólkabýtið sæst her á ssf.fo, og verða heiðursmerki givin til bólkar 2, 3 og 4, umframt til junior yngri og junior eldri hvør sær.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.