Startlistarnir til Danish Open 2016 kunngjørdir

Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt startlistarnir til Danish Open 2016, sum er ein hin týdningarmesta úttøkustevna hjá teimum og harvið eisini okkum føroyingum til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar. Nógvir føroyingar luttaka, umframt sjálvsagt flestu av frægastu donsku svimjarum, umframt einstakir altjóða profilar sum Paul Biedermann úr Týskalandi og George Bovell hin 3. úr Trinidad & Tobago.

(Mynd av Bellahøj av svoem.dk)


Startlistarnir síggjast her á svoem.dk umframt her á livetiming.dk, og almennir upplýsingar um stevnuna her á svoem.org.

Danska OL-úttøkuskipanin er soleiðis skipað, at hørðu kravtíðirnar skulu klárast í finalu á farna HM í Kazan, ella á Danish Open, ella á EM í London. Og væl at merkja soleiðis, at tey sum tá klára kravtíðina, hava tryggjað sær pláss á OL í Rio. Tað er tí betri at klára kravtíð nú á Danish Open, og harvið tryggja sær eitt av tveimum møguligum plássum í greinini, enn at satsa uppá at klára hana á EM í London.

Pál Joensen kláraði sum kunnugt kravtíðina á HM í Kazan, men hevur tó ikki enn tryggjað sær úttøku, við tað at hann í fyrsta lagi akkurát ikki kvalifiseraði seg til finaluna, og í øðrum lagi ikki fekk boð, tá ið kinesiski Sun Yang í síðstu løtu valdi at trekkja seg frá finaluni, so at pláss var fyri Páli í finaluni. Tað er tí nú leygarkvøldið hin 16. apríl, at hann skal royna at svimja 15:07.53 ella skjótari.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag hevur eisini kvalifiserað seg til besta riðil í 1500 frí, við 6. bestu tíð tá leygarkvøldið hin 16. apríl, umframt at hava næstbestu tíð í 800 frí, og 10. bestu í 400 frí. Her skal tó beinanvegin nevnast, at 800 frí ikki er OL-grein hjá monnum.

Alvi Hjelm úr Ægir hevur millum annað 5. bestu tíð í 400 blandað, og 10. bestu tíð í 200 blandað. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag hevur millum annað 4. bestu tíð í 200 rygg, 5. bestu í 400 blandað og 6. bestu í 200 blandað. Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag hevur 4. bestu tíð í (ikki OL-greinini) 1500 frí og 10. bestu tíð í 800 frí. Signhild Joensen úr Ægir hevur 7. bestu tíð í 100 rygg, 9. bestu í 200 rygg og 10. bestu í 50 rygg. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjfelag 9. bestu tíð í 50 bringu, 11. bestu í 200 bringu og 13. bestu í 100 bringu, meðan Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag hevur 11. bestu tíð í 100 rygg og Astrið Foldarskarð eisini úr Havnar Svimjifelag 15. bestu tíð í 50 firvald. Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag hevur 9. bestu tíð bæði í 800 og 1500 frí, meðan Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur 15. bestu tíð í 50 firvald.

Aðrir føroyskir svimjarar eru í øllum førum Lív Eidesgaard, Niels Nattestad, Beinta Debes og Emma Festirstein Nyström úr Havnar Svimjifelag, umframt Ásbjørg Hjelm og Barbara Debes úr Ægir.

Hartil teir báðir donsku Magnus Jákupsson og Frans Johannesen, har Magnus hevur bestu tíð í 100 rygg, næstbestu í 50 rygg, 6. bestu í 100 firvald og 9. bestu í 50 frí, meðan Frans hevur 7. bestu tíð í 200 blandað og 10. bestu í 200 frí.

Í stuttum verða tað altso nógvir møguleikar at síggja føroyskar svimjarar í finalum á Danish Open 2016, og eisini at síggja teir stríðast um heiðursmerki, á hesi sera týdningarmiklu úttøkustevnuni til OL í Rio 2016. Kappast verður frá mikudegi hin 13. apríl til sunnudag 17. apríl, og har verður óivað stroyming ella líknandi.

Ger viðmerking