SuSvim gentur juniormet í 4×100 blandað á FM á langgeil 2016

Sum víst verður á her, so settu tær fýra Alisa Vestergård, Sólrun Kjærbo, Sára Ryggshamar Nysted og Brynhild Johannesen eisini føroyskt juniormet á FM á langgeil 2016, tá ið tær í kappingini í 4×100 metra blandaðari svimjing svumu teinin uppá 4:56.34.

Harvið er nøgdin av metum tilsamans komin upp á 11 føroysk met og 8 juniormet, á hesi fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil.

Untitled

Ger viðmerking