Signa Vár á FM á langgeil 2016

Av heimasíðuni hjá ÍSB

Fyrsta FM í svimjing á langgeil varð avgreitt í Pálshøll dagarnar 11-13 mars 2016, av sonnum ein søgulig hending innan føroyska ítrottarheimin.

Signa Vár á FM á langgeil 2016

Millum teirra, sum kappaðust, var eisini ein av Special Olympics svimjarunum hjá ÍSB, Signa Vár Dávadóttir, sum umframt at venja við Special Olympics liðnum hjá ÍSB saman við Heidi Eliasen til dagliga venur hjá Jóannes Huusgaard á Fløtti við 3. liði hjá Havnar Svimjifelag, har tær hava pláss á liðnum á jøvnum føti við hini.

Signa Vár ognaði sær Bronsunálina í kapping í Klaksvík farna heyst; bronsunál er krav fyri at kunna melda seg til FM, og sostatt kann hon nú luttaka í øllum Føroyameistaraskapum, sum SSF skipar fyri.

Hon svam innleiðandi kappingar fyrrapart allar dagarnar, og betraði nakrar av sínum bestu tíðum á langgeil munandi men kom tíanverri ikki víðari til nakað finalu-umfar seinnapartarnar.

Seinni í vár verður FM á stuttgeil avgreitt í Havn, har Signa Vár altso eisini er tryggjað luttøku; spennandi verður hvussu har fer at hilnast.

Signa Vár ber brekið autisma og er ein av teimum fáu svimjarunum í bólkinum fyri menningartarn hjá ÍSB, ið hevur megnað at røkka so langt sum til eina FM-luttøku.

Um nálatíðir og krav til FM-luttøku

Kravið at kunna boða frá luttøku til FM hjá Svimjisambandinum er, at man í góðkendari kapping hevur svomið innanfyri kravtíðina til Bronsunál, sonevnd nálatíð, í onkrari av vanligu svimjigreinunum – tað er líkamikið hvør greinin er man hevur svomið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.