3 føroysk met og 1 juniormet, annan dag á FM á langgeil 2016

So er næsti dagur farin afturum á FM á langgeil 2016, við minst líka góðum úrslitum sum í gjár.

Untitled


Í 100 metra ryggsvimjing setti Signhild Joensen úr Ægir nýtt føroyskt met og juniormet, við at svimja teinin í eini klassatíð á 1:04.67, har føroyska metið hjá henni var 1:05.60 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Ein stór betring á næstan 1 sekund.

Í 4×200 metra frísvimjing settu Ægir-damurnar, Jana B. Thomsen, Ásbjørg Hjelm, Barbara Debes og Signhild Joensen eitt ekstremt stórt met á 8:55.15, í mun til 9:30.23 sum Ægir áttu frá Danske ÅrgangsMesterskaber í 2010. Ein betring á umleið 35 sekund.

Føroyska landsliðmetið er til samanbering 9:07.09, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2014.

Og í 4×200 metra frísvimjing fyri menn settu HS-dreingirnir Marius Ihlen Gardshodn, Birni Sigvardsen, Óli Mortensen og Niels Nattestad føroyskt met við 8:11.63. har føroyska metið var 8:44.94 frá einaferð afturi í tíðini.

Untitled

Og her er føroyska landsliðsmetið 8:09.41, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.

One thought on “3 føroysk met og 1 juniormet, annan dag á FM á langgeil 2016”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.