2 føroysk met og 2 juniormet, fyrsta dag á FM á langgeil 2016

So er fyrsta finalukvøld avgreitt á FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2016, og vórðu her sett tilsamans 2 føroysk met og 2 juniormet.

Untitled


Í 100 metra firvaldasvimjing setti Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon vann gull við tíðini 1:04.75. Hon átti sjálv juniormetið á 1:06.58, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.

Í 50 metra ryggsvimjing setti Signhild Joensen úr Ægir nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon vann gull við tíðini 30.64. Birita Debes átti juniormetið á 30.68, frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í Íslandi í 2010.

Í 4×100 metra blandaðari svimjing settu tær fýra Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Jana B. Thomsen úr Ægir knúsandi føroyskt met, við at vinna kappingina við tíðini 4:34.16. Ægir áttu føroyska metið á 4:59.98, frá Danske ÅrgangsMesterskaber í 2010.

Liðsvimjingar hjá HS og SuSvim svumu eisini skjótari enn nú farna føroyska metið, tá ið tær vunnu silvur og bronsu við ávikavíst 4:41.92 og 4:56.34. Og tíðin hjá Ægir var hartil skjótari enn landsliðsmetið, sum er 4:39.88 frá Small States stevnuni í Hafnafirði í 2010.

Í 4×100 metra blandaðari svimjing settu Eyðbjørn Joensen, Róland Toftum, Rói Bech og Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag nýtt føroyskt met, tá ið teir vunnu gull við tíðini 4:12.18. Havnar Svimjifelag vann silvur við 4:15.24, og har var einki føroyskt met áðrenn. Men, báðar stafettirnar vóru væl skjótari enn landsliðmetið, sum er 4:29.61 frá SMÍ í Reykjavík í 2004.

Ger viðmerking