Dan skal døma á EM 2016 í London

Evropeiska svimjisambandið LEN váttaði í telduposti til Svimjisamband Føroya og restina av evropeisku svimjitjóðunum í gjár, at Dan Hjelm er úttikin sum dómari til Evropeisku Meistarastevnuni í svimjing 2016, sum verður í London frá 16. til 22. mai. Hetta eftir at Svimjisambandið hevði nominerað hann til uppgávuna.

DSC03003

(Dan á Evropeisku Meistarastevnuni á stuttgeil 2013 í Herning)


Hetta verður størsta uppgávan hjá Dan sum altjóða dómari, eftir at hann hevur dømt eisini á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni í Føroyum, á Norðurlendsku Meistarastevuni fyri Masters, á Evropeisku Meistarastevnuni á stuttgeil í Herning 2013, og á Evropeisku Leikum / Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Baku 2015.

Untitled

(Dan á Evropeisku Leikum í Baku 2013)

EM 2016 verður í stórsligna London Aquatics Centre í Queen Elizabeth Olympic Park, har svimjistevnan á OL í London 2012 eisini varð hildin. Sí euroaquatics2016.london

Ger viðmerking