Fyrsta royndarumfar avgreitt á iNOVA

Svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir royndu í dag svimjiergometrið á iNOVA, sum liður í granskingarverkætlanini hjá Fróðskaparsetri Føroya og Københavns Universitet, at staðfesta um ein 3 min all-out test á hesum tóli er viðkomandi fyri svimjing.

Untitled


Magni Mohr fekk tíverri ikki møtt í dag vegna trupulleikar við flogferðsluni, og tók Nikolaj Nordsborg frá Københavns Universitet sær tí einsamallur av hesum fyrsta royndarumfari, saman við venjarum hjá viðkomandi feløgum og undirritaða. Og næstkomandi royndir verða so undir leiðslu av Magna Mohr.

Tey 14 sum sluppu at royna maskinuna í dag, vóru í raðfylgju Marius Ihlen Gardshodn, Beinta Poulsdóttir Debes, Óli Mortensen, Vár E. Eidesgaard, Lena Rannváardóttir, Birni Sigvardsen, Astrið Foldarskarð, Niels Nattestad og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, og síðani Alvi Hjelm, Barbara Debes, Ásbjørg Hjelm, Jana B. Thomsen og Rókur Trygvason úr Ægir.

Untitled

Testirnar vóru sum væntað rættiliga krevjandi, sum tað eisini sæst á viðfestu myndum. Men svimjararnir vóru jaligir og løgdu bragdliga til brots, og kempaðu seg ígjøgnum testina so væl sum tey nú einaferð orkaðu. Og tað sá heilt ókey út, um enn vit ikki kenna tølini enn.

Nú verða avtalur so gjørdar um tey bæði umførini sum svimjararnir skulu ígjøgnum afturat, umframt at tey við síðuna av svimja 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 upp á tíð, og vist nokk skulu gera eina vanliga VO2max-test eisini á kondisúkklu.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.