Signhild 2:14.74 og føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:14.75. Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007, meðan Signhild átti juniormetið á 2:15.40 frá Ægir-stevnu í november 2015.

Untitled

Ger viðmerking