Ægir-stevna 13. og 14. februar 2016

Nú leygardagin og sunnudagin verður svimjistevna í Klaksvík, sum Ægir skipar fyri. Kappast verður leygarmorgun frá kl 09:15, leygardag frá kl 17:15, sunnumorgun frá kl 09:15 og sunnudag frá kl 14:15, og er talan um eina sonevnda opna kapping, har allir aldursbólkar kappast ímóti hvørjum øðrum. Ein fyribils startlisti er klárur, og tí viðfestur her.

20150207_DSC2550

Ger viðmerking