Sára 2:33.76 og føroyskt met í 200 firvald

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 2:33.76.

20150419DSC05157


Monika Biskopstø átti føroyska metið á 2:43.19, frá somu stevnu í 2010, meðan eingin enn átti juniormetið, vegna eina kravtíð á 2:37.67 sum varð sett í gildi tá ið SSF í 2008 umskipaði aldursbólkarnar.

Sára kom við hesum tíð víðari til A-finaluna seinnpartin, við triðbestu tíð av øllum. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking