Magnus 25.44 og gull í 50 rygg á Flanders Speedo Cup 2016

Nú meðan svimjarar úr Ægir, SuSvim og Reysta í vikuskiftinum hava luttikið á altjóða stevnum í Reykjavík og Kroatia, so eru høvuðstíðindini hjá danska svimjisambandinum í kvøld, at Magnus Jákupsson vann gull á Flanders Speedo Cup í Antwerpen, við tangering av danska metinum hjá Mathias Gydesen frá EM í Budapest í 2010.

(Magnus á heiðursmerkjapallinum í Antwerpen. Dean Boles eigur myndina)


Magnus hevur kappast har sum partur av sonevnda Great Danes og Vikings-liðunum hjá dønum, sum í ár heldur øðrvísi royna ein stevnu-venjingarlegu-stevnu myndil, har tey fyrst kappast á Flanders Speedo Cup í Antwerpen 22. til 24. januar, fyri síðani at fara víðari á venjingarlegu í Luxembourg frá 25. til 28. januar, og so enda við Euro Meet í Luxembourt 29. til 31. januar.

Dean Boles, kanadiski landsliðsvenjarin hjá dønum, sigur soleiðis um ætlanina:

– Compete, train, compete, that’s the idea. I believe this model is where you get your best learning instead of just training at home. I hope to make this tour a purposeful arena for improvement and progression for the swimmers.

Um nakar spekulerar uppá hvar Pál Joensen er í verðini, so er hann á veg til Bermuda á venjingarlegu, við sonevnda Olympic Hopefuls liðnum hjá danska svimjisambandinum.

Ger viðmerking