Sára 1:06.39 og juniormet í 100 rygg

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 1:06.39.

Screen Shot 2016-01-23 at 11.49.55

Signhild Joensen úr Ægir átti juniormetið á 1:06.90, frá Evropeisku Leikir í Baku í fjør. Signhild svam við 1:06.48 eisini undir juniormetið, og eru báðar nú víðari til A-finaluna seinnapartin. Birita Debes eigur føroyska metið á 1:05.64. frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013.

Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.