Medaljuregn í Reykjavík

So er fyrsti veruligi finalupartur avgreiddur á Reykjavík International Games 2016, og føroysku svimjararnir hava fingið bæði í posa og sekk. Sára setti føroyskt met og juniormet í 200 blandað og 200 frí, og Signhild føroyskt met og juniormet í 100 rygg, umframt at Róland setti juniormet í 100 bringu. Og her vóru nógv heiðursmerki.

RIG 2016 kvinnur 200 frí


Í 50 bringu fyri kvinnur vann Ásbjørg Hjelm úr Ægir silvur við 34.67, har danska Simone H. Lauridsen vann gull við 34.62, og Jóhanna Gerða Gústafsdóttir úr Íslandi bronsu við 35.37. Ásbjørg eigur føroyska metið og juniormetið, á 34.61. Sí úrslitalistan

Í 50 firvald fyri menn vann Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 25.89, aftanfyri danska Viktor B. Bromer á 25.20 og frammanfyri íslendska Aron Orn Stefánsson á 26.14. Róland Toftum varð nr 6 við 26.50, meðan Rói Bech vann B-finaluna við 27.70, báðir eisini úr Suðuroyar Svimjifelag. Sí úrslistalistan

Untitled

Í 50 frí fyri kvinnur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 5 við 27.68. Hennara besta tíð áðrenn hetta var 28.43, frá somu stevnu í fjør. Guðrun Mortensen eigur føroyska metið á 27.23, frá EM í 2012. Sí úrslitalistan

Í 400 frí fyri menn vann Frans Johannesen úr Esbjerg Svømmeklub gull við 4:07.43, og Alvi Hjelm úr Ægir bronsu við 4:13.85. Frans hevur føroysk foreldur men er uppvaksin og býr í Danmark, og er tann vegin vorðin danskur svimjari. Sí úrslitalistan

Í 200 blandað fyri kvinnur vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull, við nýggjum stevnumeti á 2:20.41, sum samstundis var stórt nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 2:21.59 frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í fjør summar. Sí úrslitalistan

Screen Shot 2016-01-23 at 16.57.32

Í 100 rygg fyri kvinnur vann Signhild Joensen úr Ægir bronsu, við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 1:05.60, meðan Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 4 við 1:05.83. Birita Debes átti føroyska metið á 1:05.64, frá HeimsMeistarastevnuni í Barcelona í 2013, meðan Sára R. Nysted setti juniormet í morgun við 1:06.39. Sí úrslitalistan

RIG 2016 kvinnur 100 rygg

Í 100 bringu fyri menn vann Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag silvur, við nýggjum føroyskum juniormeti á 1:06.87, har hann í morgun setti juniormet við 1:07.76. Rókur Trygvason úr Ægir varð nr 5 við 1:09.93, sum eisini var stórt nýtt persónligt met, í mun til hansara 1:11.38 frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan

Untitled

Í 200 bringu fyri kvinnur vann Ásbjørg Hjelm úr Ægir silvur við 2:47.05, aftanfyri íslendsku Sunna Svanlaug Vilhjálmsdóttir á 2:45.35. Ásbjørg eigur føroyska metið á 2:44.46, frá somu stevnu í fjør. Sólvá A. Sigurðsson varð nr 6 við 3:02.28 og Aimi á Lakjuni nr 7 við 3:05.72, báðar eisini úr Ægir, og Sólva við stórum persónligum meti í mun til 3:19.35 á stevnuni í fjør, meðan tað í morgun var fyrstu ferð at Aimi royndi seg í hesi grein á langgeil. Sí úrslitalistan

RIG 2016 kvinnur 200 bringu

Í 100 frí fyri menn vann Frans Johannesen gull fyri Esbjerg við 52.91, meðan Eyðbjørn Joensen úr Ægir var beint uttanfyri heiðursmerkini við 54.85, og Róland nr 6 við 55.22. Sí úrslitalistan

RIG 2016 menn 100 frí

Og í 200 frí fyri kvinnur vann Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull við nýggjum føroyskum meti og føroyskum juniormeti á 2:06.76, aftur greitt frammanfyri restina av finalistunum har Inga Elin Cryer vann silvur við 2:08.09. Metini hjá Sáru vóru 2:06.96, frá HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore í fjør summar. Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir var beint uttanfyri heiðursmerkini sum nr 4 við 2:12.75, sum tó eisini var risa persónlig met í mun til hennara 2:29.95 frá NMU í 2013. Sí úrslitalistan

Untitled

Hvat verður hatta til? Eini 2 gullheiðursmerki, 4 úr silvuri og 2 úr bronsu, nú seinnapartin, um vit ikki telja Frans við sum vann 2 gull fyri Danmark. Telja vit heiðursmerkini frá í gjár við, so hava svimjararnir úr Føroyum tilsamans vunnið eini 4 gull, 5 silvur og 2 bronsu í opnu kappingini, umframt at Frans hevur vunnið sær 3 gullheiðursmerki til nú. Og so eru tað heiðursmerkini frá kappingini í yngra bólkinum eisini, sum vit ikki heilt hava tal á enn.

Jón Bjarnason og Dan Hjelm eiga myndirnar úr Íslandi

Ger viðmerking