Róland 30:45 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International Games 2016 svam teinin uppá 30.45 sekund.

Screen Shot 2016-01-22 at 19.45.04

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag átti føroyska metið á 30.65, frá Bergen Swim Festival 2015, meðan Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 31:81, frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Póllandi í 2013.

Róland er við hesi tíð víðari til finaluna í ovurmorgin, við næstbestu tíð aftanfyri íslendska Viktor Máni Vilbergsson á 30.24. Rókur Trygvason úr Ægir er eisini víðari til finaluna í morgin, við 33.17 og sjeyndbestu tíð.

Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking