Nógv finalupláss til føroyingar á RIG 2016

So er fyrsti partur avgreiddur av svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2016, og føroyingar hava umframt at vinna heiðursmerki í 400 blandað og 800 frí, eisini í nógvum førum svomið seg víðari til finalur í morgin, á stytri teinunum.


Skipanin er sum eg skilji, at 16 teir skjótastu svimjararnir fara víðari til A- og B-finalu á 50 og 100 metra teinunum, meðan 8 fara víðari til finalu á 200 metra teinunum, og tær longru verða avgreiddar beinanvegin.

Í 50 rygg fyri menn svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari við 29.42 og 7. bestu tíð, meðan Signhild Joensen úr Ægir í somu kapping fyri kvinnur svam seg víðari við 30.76 og 3. bestu tíð, einans aftanfyri OL-luttakararnar Mie Ø. Nielsen úr Danmark á 30.06 og Eygló Ósk Gústafsdóttir á 30.08, meðan Barbara Debes eisini úr Ægir kom víðari við 33.57 og 11. bestu tíð. Alisa Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag vann bronsu í yngra bólkinum, við 35.12.

RIG 2016 Gentur 50 rygg

Í 50 bringu fyri menn svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg sum fyrr nevnt víðari við næstbestu tíð og nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 30.45, meðan Rókur Trygvason úr Ægir eisini kvalifiseraði seg til finaluna við 33.17 og 7. bestu tíð, og Hugin N. Lave og Rani Jacobsen úr SuSvim hartil við ávikavíst 34.02 og 9. bestu tíð, og 36.00 og 15. bestu tíð.

Í somu kapping fyri kvinnur svam Ásbjørg Hjelm seg víðari til finalu við 34.74 og næstbestu tíð, meðan Sólva A. Sigurðsson eisini úr Klaksvík við 38.89 vann silvur í yngra bólkanum, umframt at svimja seg víðari til finalu við 10. bestu tíð.

RIG 2016 Gentur 50 bringu

Í 50 firvald fyri menn svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til finalu við 26.40 og 3. bestu tíð, saman við Róland Toftum og Róa Bech eisini úr SuSvim, sum svumu ávikavíst 26.72 og 6. bestu tíð, og 28.25 og 10. bestu tíð. Í somu kapping fyri kvinnur vann Lea Midjord úr SuSvim bronsu í yngra bólkinum við 32.97.

RIG 2016 Gentur 50 firvald

Í 50 frí fyri menn svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til finalu við 24.62 og næstbestu tíð, umframt Eyðbjørn Joensen og Rói Bech eisini úr SuSvim við ávikavíst 25.18 og 7. bestu tíð, og 25.66 og 12. bestu tíð, og Alvi Hjelm úr Ægir við 25.73 og 13. bestu tíð. Frans Johannesen úr Danmark svam her 24.90 og 4. bestu tíð.

Og í 50 frí fyri kvinnur svam Signhild Joensen úr Ægir seg víðari við 27.75 og 3. bestu tíð, aftur aftanfyri bara íslendsku Eygló Ósk Gústafsdóttir og donsku Mie Ø. Nielsen. Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir svam seg víðari við 28.73 og 12. bestu tíð, meðan Barbara Debes eisini úr Ægir svam seg víðari við 28.98 og 14. bestu tíð.

Affturat hesum vann Alvi Hjelm úr Ægir sum nevnt silvur í 400 blandað, og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull við nýggjum føroyskum meti og juniormeti. Og so vunnu Sára R. Nysted og Alisa Vestergaard úr SuSvim gull í 800 frí, umframt at ‘danski’ Frans Johannesen vann gull í 1500 frí.

RIG 2016 Menn 400 blandað

RIG 2016 Kvinnur 400 blandað

So har eru nøkur finalupláss tilsamans, at síggja fram til í morgin, umframt at fleiri heiðursmerki eru vunnin longu í dag.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.