Ægir, SuSvim og Reysti til RIG 2016

Í gjár byrjaði altjóða ítróttastevnan Reykjavík International Games 2016, sum varar frá 21. til 31. januar, og har svimjistevnan er nú í vikuskiftinum 22. til 24. januar. Úr Føroyum luttaka einir 29 svimjarar úr Ægir, Suðuroyar Svimjifelag og Reysta, og tey eru fleiri sum síggja út til at kunna taka heiðursmerki.

UPDATE: Startlistar síggjast nú her á swimrankings.net, har úrslitini eisini fara at síggjast


Úr Ægir eru tey 14

  • Aimi á Lakjuni (02), Barbara Debes (00), Helga Nielsen (98), Jana B. Thomsen (00), Maibritt Niclasen (01), Rebekka Trygvadóttir (04), Signhild Joensen (00), Sólvá A. Sigurðsson (02), Súsanna T. Justinussen (02), Ásbjørg Hjelm (99), Alvi Hjelm (96), Denis Voropaev (00), Martin V. Sivertsen (02), Rókur Trygvason (00)

Úr Reysti er ein luttakari

  • Sólveig Steinhólm (02)

Og úr Suðuroyar Svimjifelag eru tey 14

  • Alisa Vestergaard (03), Brynhild Johannesen (02),Elin Christiansen (04), Lea Midjord (02), Lilja D. Jacobsen (03), Petra A. Nielsen (03), Sára R. Nysted (01), Sólrun Kjærbo (99), Eyðbjørn Joensen (96), Hugin N. Lave (01), Húni Vestergaard (99), Rani Jacobsen (01), Rói Bech (01), Róland Toftum (98)

Ægir og Reysti fóru til Reykjavíkar longu mánadagin, at venja á langgeil nú upp undir stevnuna. Og í dag koma so tey úr Suðuroy afturat, sum svimjistevnan byrjar seinnapartin.

Ein fyribils startlisti er viðfestur, sum bendir á at serliga Sára R. Nysted kann taka heiðursmerki, umframt Ásbjørg og Alvi Hjelm, Sólrun Kjærbo, Signhild Joensen, Róland Toftum og Rókur Trygvason. Hartil liggur Frans Johannesen væl fyri til at taka nøkur gullheiðursmerki, sum hevur føroysk foreldur men danskan svimjitjóðskap, og luttekur fyri Esbjerg.

Ger viðmerking