Pál, Frans og Magnus kappast á DM fyri lið

Danir avgreiða nú í vikuskiftinum sína árligu meistarastevnu fyri lið, sum er uppbýtt í deildir nakað sum vit kenna tað frá fótbólti og líknandi. Í bestu deildini kappast millum annað Pál Joensen fyri Aalborg Svømmeklub og Frans Johannesen fyri Esbjerg Svømmeklub, har tað nú áðrenn síðsta stevnupart er tætt í oddinum.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Kappingin fyrigongur stutt sagt á tann hátt, at hvør einstakur svimjari kann luttaka í so og so nógvum kappingum, og at FINA stigini so verða tald upp fyri hvørt lið sæð. Tað lið sum hevur fingið flest stig tilsamans tá ið alt er svomið, vinnur meistarastevnuna.

Aftaná triðja stevnupart í morgun var Aalborg Svømmeklub við Páli Joensen fremst við 39404 FINA stigum, Kvik Kastrup næstfremst við 39228 stigum og Sigma Swim triðfremst við 39162 stigum. Esbjerg við Frans Johannesen liggur næstniðast við 35229 stigum, í vanda fyri niðurflyting til næstbestu deild. Og í næstbestu deild er so Hovedstaden fremst við 25503 FINA stigum, AGF næstfremst við 33427 stigum, og síðani Farum við Magnusi Jákupssyni triðfremst við 32597 stigum.

Pál hevur til nú luttikið í 400 frí, 200 frí, 400 blandað og 4×200 frí. Í 400 frí varð hann nr 3 við 3:49.14 aftanfyri Mads Glæsner á 3:42.27 og Anton Ørskov Ipsen á 3:47.02, báðir úr Sigma Swim. Í 200 frí varð hann nr 6 við 1:49.25, aftanfyri millum annað hesar báðar og Frans Johannesen sum svam 1:48.74. Í 400 blandað varð hann nr 4 við 4:21.68, og í 4×200 frí vunnu teir úr Aalborg so við 7:17.30.

Frans varð nr 6 í 400 frí við 3:54.49, nr 7 við Esbjerg í 4×100 blandað við 3:48.72, nr 5 í 200 frí við 1:48.74, og vann so 50 bringu við 27.69. Í 4×200 frí vórðu teir úr Esbjerg nr 4 við 7:22.21.

Magnus Jákupsson kappast sum sagt í næstbestu deildini, sum við røttum fótbóltslogikki verður kallað fyri fyrsta deild. Har vann hann 50 rygg við 24.03, og saman við Farum 4×100 blandað við 3:35.41, áðrenn hann so eisini vann 100 rygg við 52.02, og 200 rygg við 1:57.31.

Nú er so fjórði og síðsti partur eftir, til at avgera endaligu støðuna á DMH 2015. Livetiming frá bestu deildini sæst her og frá næstbestu deildini her. Síðsti partur byrjar kl 16 danska tíð, sum er kl 15 her í Føroyum.

Reglugerðin fyri DM fyri lið sæst her, har vit millum annað kunnu lesa at hvør svimjari í mesta lagi kann kappast 4 ferðir, umframt 2 ferðir í stafett. Í ár fara 2 tey næstniðastu liðini í bestu deild at rykkja niður í næstbestu deild, meðan 3 tey bestu í næstubestu deild rykkja upp. Tey eru eftir øllum at døma í ferð við at broyta frá at hava 8 lið í hvørjari deild, til 9.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.