Aalborg og Pál vunnu DM fyri lið 2015

Danir avgreiddu í dag seinasta part av donsku meistarastevnuni fyri lið 2015, har besta deildin kappaðist í Kastrup og næstbesta í Farum. Aalborg Svømmeklub vann bestu deildina annað ár á rað, har Pál var ein av svimjarunum, meðan Esbjerg og Frans Johannesen við einum triðaftasta plássi júst megnaðu at verða verandi í teirri deildini. Í næstbestu deildini vórðu Farum við Magnusi Jákupssyni nr 3, sum merkir at tey í 2016 flyta upp í bestu deildina.

3 færøske stjerner

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Pál luttók nú seinnapartin fyri Aalborg í 1500 metra frísvimjing, har hann við tíðini 14:47.41 varð nr 2 aftanfyri Mads Glæsner á 14:41.16. Frans Johannesen luttók fyri Esbjerg í 100 metra bringusvimjing, og vann ta kappingina við 1:00.28 frammanfyri Lasse Pittioni á 1:00.38. Í Farum vann Magnus Jákupsson kappingina í 50 metra frísvimjing fyri júst Farum, við tíðini 22.15 frammanfyri Peter Gjerulff á 23.49.

Danska svimjisambandið skrivar her um endaligu støðuna, við leinki til úrslitini.

Ger viðmerking