Róland 2:19.37 og føroyskt juniormet í 200 bringu á NJM 2015

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at betra um sítt juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann í juniorfinaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í svimjing svam teinin uppá 2:19.37. Hetta var næsta juniormet hjá honum í greinini í dag, nú í morgun svam 2:19.52 har juniormetið hjá honum frá HS-stevnu í november mánaða var 2:20.10.

Untitled

Róland hevur nú sett trý føroysk juniormet á NJM 2015, í 100 metra bringusvimjing fríggjadagin, í 200 metra bringusvimjing í morgun, og so aftur nú í 200 metra bringusvimjing.

Ger viðmerking