Nógv finalupláss eisini 3. dag á NM/NJM 2015

Tað varð til eina rúgvu av finaluplássum eisini triðja dag á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, tá ið síðsti partur av innleiðandi riðlum varð avgreiddur í Bergen í morgun. Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 200 bringu, og Signhild Joensen úr Ægir svam 2. skjótastu tíð í 200 rygg.

Untitled

Í 50 frí fyri kvinnur varð Signhild Joensen úr Ægir nr 29 av 35 við 27.24, Lív Eidesgaard úr HS nr 31 við 27.59, Barbara Debes úr Ægir nr 33 við 28.12, og Jana Thomsen úr Ægir nr 34 við 28.27. Tær hava allar svomið skjótari fyrr.

Í 50 frí fyri menn varð Eyðbjørn Joensen úr SuSvim nr 23 av 34 við 23.66, og Rói Bech úr SuSvim nr 32 við 24.71. Tað var stórt persónligt met hjá Róa, í mun til 25.21 á HS-stevnu í november, meðan Eyðbjørn fyrr hevur svomið 23.61.

Í 200 rygg fyri kvinnur svam Signhild Joensen úr Ægir seg í juniorfinaluna (NJM) við 2:15.92 og næstbestu tíð av øllum. Hennara juniormet er 2:15.64, og Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 2:15.15. Maria Antoft úr HS varð nr 11 við 2:23.36, har hon fyrr hevur svomið 2:19.79.

Í 200 rygg fyri menn var eingin føroysk luttøka.

Í 200 bringu fyri kvinnur svam Beinta Debes úr HS seg í seniorfinaluna (NM) við 2:41.40 og 6. bestu tíð. Hon hevur fyrr svomið 2:37.16. Í juniorbólkinum varð Ásbjørg Hjelm úr Ægir nr 11 við 2:45.06, hon hevur fyrr svomið 2:37.08.

Í 200 bringu fyri menn svam Róland Toftum úr SuSvim seg í juniorfinaluna (NJM) við 2:19.52 og 5. bestu tíð. Hetta var nýtt juniormet, í mun til hansara 2:20.10 frá HS-stevnu í november. Rókur Trygvason úr Ægir varð nr 12 við 2:26.74, hann hevur fyrr svomið 2:24.98.

Í 400 frí fyri kvinnur svam Lena Rannváardóttir úr HS seg í seniorfinaluna (NM) við 4:33.44 og 8. bestu tíð. Hetta var persónligt met, í mun til hennara 4:34.51 frá HS-stevnu í apríl mánaða. Í juniorbólkinum varð Sára Nysted úr SuSvim nr 10 við 4:25.02, og Vár Eidesgaard úr HS og Jana Thomsen úr Ægir báðar nr 13 við 4:28.73. Sára er tó vælsagtans í finaluni (NJM), við tað at 5 danskar gentur svomu skjótari enn hon nú í innleiðandi, har hvørt land bara fáa 2 svimjarar í finaluna.

Í 400 frí fyri menn varð Alvi Hjelm nr 9 við 4:00.55. Hann sleppur tó í seniorfinaluna (NM) tí at hvørt land einans kann hava 2 svimjarar í finaluna, og ein norðmaður tí rýkur út. Alvi hevur fyrr svomið 3:55.66. Í juniorbólkinum svam Marius Gardshodn seg trygt í finaluna (NJM), við stórum persónligum meti 3:56.68 og 5. bestu tíð. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta, var 3:59.54 frá HS-stevnu í apríl.

So eini 7 finalupláss tilsamans, triðja dag á NM/NJM 2015, umframt 2 liðsvimjingar. Finalurnar byrja 1 tíma fyrr í dag í mun til hinar dagarnar.

Ger viðmerking