Video frá NM/NJM 2015

Norðmenn stroyma sum kunnu beinleiðis frá Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015 her á livestream.com, har hvør stevnupartur síðani verður goymdur til at kunna hyggja at seinni.

Men hartil leggur videoanalytikarin hjá teimum video út frá øllum finalum á YouTube rásina hjá norska svimjisambandinum, sum er betri hóskandi til greining. Ávaring, ljóðið er rættiliga hart frá.

Her er juniorfinalan í 200 blandað, har Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann bronsu:



Og her er juniorfinalan í 1500 frí, har Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag vann silvur:

Talan er um bara tann eina vinkulin (av øllum hylinum), har ljóðið er beinleiðis úr kamera og uttan at man hoyrir speakaran serliga væl. Men hinvegin er videogóðskan betri enn tað sum kemur burtur úr beinleiðis stroyming, og tí betri til at telja armtøk og frekvens osfr.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.