Alvi 4:21.26 og bronsu í 400 blandað á NM 2015

Alvi Hjelm vann fyri løtu síðani bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2015, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:21.26. Hetta var stórt persónligt met, í mun til hansara 4:24.25 frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum í summar.

Untitled

Alvi var á einum 4. plássi aftaná firvald, men arbeiddi seg fram til eitt 2. pláss tá ið teir vendu frá rygg til bringu, sum hann so misti aftur í bringusvimjingini. Tað var tætt ímillum teir næstfremstu, og Alvi stríddist til tað síðsta, men mátti taka til takkar við 4. plássi … til tað so vísti seg at sviiin á geil 4 hevði nýtt ólógligt beinspark í bringu.

Ger viðmerking