5 føroyingar í finalu á 2. degi av NM/NJM 2015

Aftur í morgun gekk tað heilt ókey hjá føroyingunum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015. Ásbjørg Hjelm svam seg í finalu í 50 bringu, Jonna Thomsen í 100 firvald, Sára Nysted og Alvi Hjelm í 400 blandað, og Signhild Joensen í 50 rygg. Hartil fara vit at síggja okkara liðsvimjingar eisini, tá ið finalurnar byrja kl 16:30 føroyska tíð.

Untitled

Í 50 bringu er Ásbjørg Hjelm úr Ægir víðari til finaluna við 33.98 og 8. bestu tíð, hennara føroyska met er 32.70. Tað er ikki nakar juniorbólkur í 50 firvald, rygg og bringu, og Ásbjørg kappast tí ímóti eisini seniorum, altso her á NM heldur enn NJM.

Í 50 bringu fyri menn svam Rókur Trygvason úr Ægir 31.92 og 21. bestu tíð av øllum. Besta tíð hjá honum er 31.49 frá HS-stevnu í november mánaða.

Í 100 frí svam Signhild Joensen úr Ægir 58.28 og 16. bestu tíð í juniorbólkinum (NJM), Vár Eidesgaard úr HS 59.07 og 18. bestu tíð, Jana Thomsen úr Ægir 1:00.20 og 21. bestu tíð og Barbara Debes úr Ægir 1:01.11 og 22 bestu tíð av 24. Signhild og Vár settu bestu tíð, meðan Jana fyrr hevur svomið 59.39 og Barbara 1:00.23.

Í 100 frí fyri menn varð Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag kolldømdur fyri tjóvstart í seniorbólkinum (NM). Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag svam 52.81 og 18. bestu tíð í juniorbólkinum (NJM), Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag 55.42 og 20. bestu tíð, og Rókur Trygvason úr Ægir 57.60 og 22. bestu tíð. Tíðin hjá Róland var eitt vet betri enn hansara til nú bestu tíð á 52.86, meðan Rói fyrr hevur svomið 55.03 og Rókur 56.03.

Í 100 firvald svam Jonna Thomsen úr Ægir seg í seniorfinaluna (NM) við 1:04.24 og 8. bestu tíð, har hennara besta tíð nakrantíð er 1:02.71. Í juniorbólkinum (NJM) varð Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag nr 12 við 1:08.08 og Súsanna Tummasardóttir nr 13 við 1:14.10. Tíðin hjá Súsannu var persónligt met í mun til 1:15.25 á FM 2015, meðan Lív fyrr hevur svomið 1:06.77.

Í 100 firvald fyri menn var eingin føroysk luttøka.

Í 400 blandað svam Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg í juniorfinaluna (NJM) við 4:55.50 og 3. bestu tíð. Hennara føroyska met og juniormet er 4:51.57, frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

Í 400 blandað fyri menn svam Alvi Hjelm úr Ægir seg til seniorfinaluna (NM) við 4:27.67 og 4. bestu tíð. Persónliga metið hjá honum er 4:24.25 frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum 2015 aftanfyri Pál Joensen.

Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg í finaluna við 29.59, sum altso her er felags fyri juniorar og seniorar (NM). Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag svam 30.98 og 18. bestu tíð, Barbara Debes úr Ægir 32.03 og 20. bestu tíð, og Jana Thomsen úr Ægir 32.23 og 21. bestu tíð. Hetta var stórt persónligt met hjá Signhild, í mun til 30.21 í Klaksvík í oktober, og hjá Mariu sum hevði 31.33 frá FM 2015. Barbara hevur fyrr svomið 31.69 og Jana 32.00.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.