Óli 15:52.60 og nr 8 í 1500 frí á Amsterdam Swim Cup 2015

Óli Mortensen royndi seg fyri løtu síðani í 1500 metra frísvimjing á Amsterdam Swim Cup 2015, og svam seg har við tíðini 15:52.60 til eitt 8. pláss av 16 luttakandi. Besta tíð hjá honum er 15:49.14, frá Portugal Open í juli mánaða. Sí úrslitalistan her.

DSC01236

Sunnudagin skal Óli royna seg í 800 metra frísvimjing, har hann sum í dag er styrkismettur til eitt 8. pláss.

Ger viðmerking