Ein góður fyrsti dagur á NM/NJM 2015

Føroyingarnir fingu eina fína byrjan uppá Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2015, nú innleiðandi riðlar vórðu svomnir í morgun og síðani finalur í kvøld. Marius Gardhodn megnaði at vinna silvur í 1500 frí og Sára Nysted bronsu í 200 blandað, umframt at Sára setti føroyskt met og juniormet í 200 blandað, og Róland Toftum juniormet í 100 bringu. Hartil settu báðar stafettirnar føroysk juniormet fyri landslið.

Untitled

Tað hevur sum vant gingið eitt sindur upp og niður hjá føroyska hópinum, nú tey møttu so sterkari kapping frá norðurlendsku grannalondunum. Men tey hava fótað sær rættiliga væl, og í heilum svomið bæði niður ímóti og skjótari enn sínar til nú bestu tíðir.

Føroyingarnir vóru sum fyrr nevnt 10 ferðir í finalu í kvøld:

  • Í 200 frí svam Alvi Hjelm úr Ægir seg við 1:52.19 til eitt 8. pláss í seniorbólkinum (NM). Hetta var stórt persónligt met, í mun til 1:52.95 á HS-stevnu í november.
  • Í 100 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir seg við 1:13.78 til eitt 7. pláss í juniorbólkinum (NJM), og Beinta Debes úr HS við 1:15.08 til eitt 5. pláss í seniorbólkinum (NM). Ásbjørg hevur fyrr svomið 1:11.53, og Beinta 1:14.90.
  • Í 100 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg við 1:02.86 til eitt 4. pláss í juniorbólkinum (NJM). Hetta var besta tíð hjá henni, í mun til 1:02.97 á SuSvim-stevnu í september.
  • Í 200 blandað svam Sára Nysted úr SuSvim seg við 2:16.52 til eina bronsu í juniorbólkinum (NJM), og Alvi Hjelm úr Ægir seg við 2:05.23 til eitt 8. pláss í seniorbólkinum (NM). Tíðin hjá Sáru var nýtt føroyskt met og juniormet, meðan Alvi fyrr hevur svomið 2:04.88.
  • Í 800 frí svam Vár Eidesgaard úr HS seg við 9:06.03 til eitt 4. pláss í juniorbólkinum (NJM), og Sára Nysted úr SuSvim seg við 9:22.10 til eitt 8. pláss í sama bólki. Tær báðar hava fyrr svomið ávikavíst 8:57.24 og 8:55.42.
  • Í 1500 frí svam Marius Gardshodn úr HS seg við 15:35.23 til eitt silvurheiðursmerki í juniorbólkinum (NJM). Hetta var stórt persónligt met hjá honum, í mun til 15:49.50 á HS-stevnu í november.

Hartil setti føroyska gentustafettin stórt nýtt føroyskt juniormet fyri landslið, tá ið tær svumu 4×100 frí uppá 3:56.68, har gamla metið var 4:02.35 frá NJM 2010. Tær sum svumu vóru Signhild Joensen úr Ægir, Sára Nysted úr SuSvim, og Jana Thomsen og Barbara Debes úr Ægir.

Untitled

Dreingjastafettin setti eisini juniormet við 3:38.37, men akkurát har var einki met áðrenn, og tað var tí kanska ‘lætt’ at seta metið. Teir sum svumu vóru Róland Toftum og Rói Bech úr SuSvim, Rókur Trygvason úr Ægir og Marjus Gardshodn úr HS.

Saman um tikið vóru tey bestu úrslitini væl tey fyrr nevndu, har Marius og Sára vunnu heiðursmerki, og Sára og Róland og liðsvimjingarnar settu føroysk met og juniormet. Men har vóru eisini onnur góð úrslit í leypi av degnum, har føroyskir svimjarar betraðu um síni persónligu met.

Hesin fyrsti dagur gav sostatt 1 føroyskt met, 4 føroysk juniormet, 1 silvur og 1 bronsu. Í fjør settu føroyingarnir tilsamans 1 føroyskt met og 4 føroysk juniormet, umframt at vinna 1 silvur og 2 bronsur. So vit eru væl á veg, longu aftaná fyrsta dag av trimum ! 🙂

Ger viðmerking