So er tað NM/NJM 2015

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2015 verður í Bergen nú fríggjadag til sunnudag 11. – 13. desember, við luttøku av eisini einum rættiliga stórum hópi úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her, sum benda á at vit hóast harða kapping kunnu fáa okkurt heiðursmerki heim til Føroyar eisini.

NM/NJM 2015 felagsmynd

(NM/NJM-hópurin 2015. Erling Eidesgaard eigur myndina)

Tey vóru 18 svimjarar, 2 venjarar og 2 leiðarar sum fóru úr Vágum í dag, til Bergens at kappast longu frá morgunstundini av í morgin árini. Tað er ikki heilt optimalt at tey ferðast so seint til stevnuna, men mátti tað gerast til at fáa kostnaðin niður, nú tey vóru so nógv sum kláraðu kravtíðirnar. Men nú er tað ikki so langt úr Føroyum til Bergen, og gekk tað sum skilst rímiliga væl at koma fram.

Listin yvir svimjarar og venjarar sæst her, har ein broyting tó er at Rúni Gaardbo vegna avboð er komin um sum venjari fyri Jón Bjarnason, og at Alvi Hjelm er við eisini sum luttakari á NM.

Teir svimjarar sum liggja best fyri í styrkismetingini, eru Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag í 200 og 400 blandað umframt 800 frí, Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag í 1500 frí, Signhild Joensen úr Ægir og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag í 200 rygg, og Alvi Hjelm í 400 blandað. Føroyingarnir kappast tilsamans 67 ferðir, umframt í 10 liðsvimjingum.

AdO Arena í Bergen

Annars er kappingin sera sterk, við 219 luttakarum úr norðurlendsku grannalondunum, íroknað baltisku londini, Estland, Letland og Litava. Estland er fullgyldugur limur í norðurlendska svimjisambandinum, meðan hini bæði eru atknýtt, við rætti at luttaka á NM/NJM.

Stevnan byrjar sum sagt longu í morgin árini, við innleiðandi frá kl 09:30 og finalum frá kl 17:30, norska tíð. Skráin er hin sama leygardag og sunnudag, har finalurnar sunnudag tó eru frá kl 16:30. Sí innbjóðingina frá fyriskiparunum.

Tað fer at bera til at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.medley.no, og verður har sum skilst eisini Web-TV stroyming. Stevnan er í glæsiligu AdO Arena í Bergen, sum er ein langhylur ið til hesa stevnu er styttur til stuttgeil.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.