Óli Mortensen til Amsterdam Swim Cup 2015

Óli Mortensen fór í dag til niðurlendska høvuðsstaðin Amsterdam, at luttaka á Amsterdam Swim Cup 2015. Startlistin sæst her, har vit síggja at Óli er í besta riðli í 800 og 1500 metra frísvimjing.

Untitled

(Óli Mortensen á Oyggjaleikum á Jersey 2015)

Óli valdi hesa stevnu fram um evropeisku meistarastevnuna á stuttgeil 2015 og norðurlendsku meistarastevnuna 2015, tí at hendan stevna nú í Amsterdam í mun til hinar er á langgeil, og tí meira viðkomandi fyri møguliga kvalifikatión til Olympisku Leikir.

Óli luttók eisini á Amsterdam Swim Cup 2015, og vann tá bronsu í 800 frí, umframt at hann varð nr 5 í 1500 frí.
Í ár eru teir tó fleiri sum svimja skjótari enn Óli svam í fjør og síðani, og verður hann tí nú styrkismettur sum nr 8 í báðum kappingum. Ein hin kendasti mótstøðumaðurin er bretski Daniel Fogg, sum vann gull í 5 km havsvimjing á EM í Berlin í 2014.

Amsterdam Swim Cup 2015 byrjar í fríggjadagin 11. desember, og varar til og við sunnudag 13. desember. Við Óla til Amsterdam er venjari hansara Rui Magalhaes, høvuðsvenjari í Havnar Svimjifelag.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.