Pál 14:42.16 og nr 6 í 1500 frí á EM á stuttgeil 2015

Pál Joensen svam seg í kvøld til eitt sættapláss á EM á stuttgeil 2015, tá ið finalan í 1500 metra frísvimjing varð svomin í Netanya, Ísrael. Gullvinnarin Gregorio Paltrinieri setti stórt nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og bronsuvinnarin Henrik Christiansen tók norðurlendsku metini bæði í 800 og 1500 metra frísvimjing.

Untitled

Hesir skjótastu svumu so mikið skjótt líka frá fyrstu longd, samstundis sum at Pál ikki hevði ein góðan dag, so at okkara ongantíð kom upp í part í kappingini um heiðursmerki. Fyrst vóru tað Paltrinieri og polski Wojdak sum løgdu harðast út, men so kom Christiansen eisini upp í leikin, og seinni Detti.

Pál lá eitt sindur aftanfyri og togaðist við síðufelagan Vuk Celic úr Serbia, og dragnaðu teir so meðan teir fremstu koyrdu á. Eina løtu vóru tað tá Paltrinieri og Wojdak javnir fremst, tjekkiski Micka næstfremst, Christiansen og Detti javnir triðfremst, og síðani Pál og Celic javnir aftanfyri hesar.

Endin varð at italski Gregorio Paltrinieri tók gullið við stórum nýggjum heimsmeti á 14:08.06, har 14 ára gamla heimsmetið hjá avstralska Grant Hackett var 14:10.10 frá Perth í 2001. Landsmaðurin Gabriele Detti tók silvurið við eisini imponerandi 14:18.00, og síðani kom norski Henrik Christiansen í tíðini 14:23.60.

Henrik Christiansen strikaði tá norðurlendsku metini hjá Páli bæði í 800 og 1500 metra frísvimjing, við at svimja 7:36.06 har metið hjá Páli í 800 frí frá Duel in the Pool í 2011 var 7:36.24, og síðani teir 1500 uppá 14:23.60 har metið hjá Páli frá HM í Doha í fjør var 14:26.54.

Pál segði soleiðis um finaluna:

Úrslitalistin sæst her.

Nú er EM á stuttgeil so av hjá bæði Páli og Alva, meðan Astrið hevur 100 firvald eftir í morgin, og 50 frí í ovurmorgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.