Beinleiðis stroyming og úrslit frá EMS 2015

Evropeiska svimjisambandið LEN kunngjørdi í dag her á heimasíðu síni, at tey fara at stroyma beinleiðis frá bæði innleiðandi riðlum og finalum, her á DailyMotion.

Untitled

Innleiðandi riðlar byrja kl 09:30 og finalur kl 17:30, lokala tíð í Ísrael (GMT+2), sum er merkir at tilsvarandi klokka er ávikavíst kl 07:30 og kl 15:30 í Føroyum.

(innsetta video broytt til leinkið her, til at umganga kennifílur)

Tey ætla sær eisini at hava live timing her á len.eu, so at til ber at fylgja við tíðunum beinleiðis, umframt at úrslitini og sitat frá svimjarunum verða løgd út har.

Skráin til EM á stuttgeil 2015 sæst her á stevnuheimasíðuni isr.2015ec.org, har eisini ein minuttætlan finst yvir finalurnar.

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna á EMS 2015 sæst her á svimjing.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.