Næstu riðlar á World Cup í Dubai 2015

Í morgun varð næsta sett av innleiðandi riðlum avgreitt á World Cup í Dubai, har Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag royndi seg í 1500 metra frísvimjing, og Alvi Hjelm úr Ægir í 200 metra frí.

Dubai Skyline

(Image courtesy of ADTeasdale, CC BY 2.0)

Óli svam 16:05.23 í 1500 frí, í mun til 15:54.34 á World Cup í Doha, fyrr í vikuni. Hetta rakk til eitt 5. pláss millum teir 11 sum royndu seg í morgun, ella eitt 13. pláss um vit telja teir 8 við sum seinnapartin fara at royna seg í skjótasta riðli.

Alvi royndi seg í 200 frí, og svam har 1:58.83, í mun til eina tilmeldingartíð á 1:57.80. Hetta rakk til eitt 44. pláss av 69 luttakandi.

Seinnapartin skal Pál Joensen so royna seg í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing, har hann við sínum 14:50.59 frá EM í Berlin í fjør hevur bestu tilmeldingartíð. Teir sum svumu í morgun kunnu í prinsippinum eisini taka heiðursmerki í hesi grein; men tað verður nokk ikki aktuelt, við tað at ungarski Gergo Kis har var skjótast við ‘einans’ 15:20.18. Størri vandi er til dømis nú seinnapartin í Romanchuk, Milne og Frolov, sum vóru skjótari enn Pál í Doha.

Finalurnar verða stroymaðar beinleiðis á FinaTV, og byrja kl 18:00 Dubai tíð, sum er kl 14:00 her í Føroyum. Tað gongur tó minst 1 tími og sikkurt upp ímóti 2, áðrenn Pál svimur, tí 1500 frí er næstsíðsta kapping.

Ger viðmerking