Pál beint uttanfyri finalupláss í 400 frí á World Cup í Doha

Teir tríggir Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg í dag í 400 metra frí á World Cup stevnuni í Doha, og gekk tað bara heilt ókey. Allir tríggir svumu niður ímóti sínum tilmeldingartíðum, og var Pál bara éitt pláss frá at kunna luttaka í finaluni.

(Føroyska liðið í Doha. Alvi Hjelm eigur myndina)

Pál hevði tilmeldingartíð 3:50.22 frá tá ið hann í mars mánaða vann gull á MOM Marseille, og svam nú 3:53.39. Óli hevði tilmeldingartíð 4:00.71 frá tá ið hann varð nr 8 á Danish Open í mars mánaða, og svam nú 4:02.76. Alvi hevði tilmeldingartíð 4:13.08 frá tá ið hann vann silvur á Reykjavík International í januar mánaða, og svam nú 4:12.42.

Allir tríggir hava betri persónlig met – Pál 3:46.84 frá Danish Open í mars 2012, Óli 3:59.67 frá EJM í juli 2014 og Alvi 4:05.26 frá Danish Open í mars 2014. Í øllum trimum førum er tíðin nú hin besta tíð sum teir hava svomið á langgeil um heystið … men tað er kanska ikki so løgið, tá ið tað ikki er so vanligt at kappast á langgeil um heystið.

Pál varð nr 9 av 42 luttakandi, Óli nr 31 og Alvi nr 36. Í mun til tilmeldingarnar flutti Pál seg 2 pláss fram, Óli 1 aftur meðan Alvi stóð í stað. Sí úrslitalistan her.

Tað sum nú er serliga spennandi, er um Pál kann halda seg uppi ímillum heiðursmerkini í morgin. Argastu kappingarneytar eru á pappírinum hin bretski Stephen Milne og ukrainsku Mykhailo Romanchuk og Sergii Frolov, umframt franski Damien Joly.

  • Milne svam 3:48.74 í 400 frí, hevði tilm.tíð 4:38.32 og hevur tilm.tíð 14:53.83 í 1500
  • Romanchuk svam 3:49.04 í 400 frí, hevði tilm.tíð 3:49.76 og hevur tilm.tíð 14:57.82 í 1500
  • Frolov svam 3:52.09 í 400 frí, hevði tilm.tíð 3:50.70 og hevur tilm.tíð 15:02.81 í 1500
  • Pál svam 3:53.39 í 400 frí, hevði tilm.tíð 3:50.22 og hevur tilm.tíð 14:50.59 í 1500
  • Joly svam 3:53.85 í 400 frí, hevði tilm.tíð 3:48.86 og hevur tilm.tíð 14:58.79 í 1500

Tað er ikki púra einfalt at gita hvussu væl hesir ymisku fara at klára seg í 1500, út í frá hvussu væl teir svumu í 400, tí tað kann vera stórur munur á hvussu væl ‘gearaðir’ teir eru til 400 og/ella 1500, og hvussu nógv teir løgdu fyri á 400 metrinum í dag.

Men alt annað líka, so svumu Milne og Romanchuk heilt nær og betur enn sínar tilmeldingartíðir, meðan restin var eitt sindur frá. Okkurt varð broytt í tilmeldingunum, so at Pál sum tit síggja nú hevur bestu tilmeldingartíð av øllum í 1500 frí. Men har verður kapping.

Óli Mortensen fer at royna seg í innleiðandi riðlunum í 1500 frí í morgin árini, har tað hjá honum snýr seg serliga um at svimja niður ímóti og kanska betur enn sína bestu tíð. Og Alvi Hjelm fer at royna seg í 200 blandað, við tilmeldingartíð 2:08.98 har Magnus Jákupsson eigur føroyska metið á 2:06.92.

Til ber at síggja finalurnar beinleiðis á FinaTV

Ger viðmerking