Pál, Óli og Alvi til World Cup í Doha og Dubai

Tríggir føroyingar fara nú í næstu viku at luttaka á World Cup stevnunum í Doha og Dubai, tá ið kappingarrøðin hjá FINA kemur hagar. Talan er um Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alva Hjelm úr Ægir, har Pál nú í Doha verður styrkismettur at taka silvur í 1500 frí.

20141203144932- DSC08495

Luttakaralistarnir til World Cup í Doha síggjast her á omegatiming.com, meðan teir til Dubai ikki eru lagdir út enn.

Í Doha er føroyska luttøkan:

Kapping 10 – Menn 400 frí

  • Pál Joensen (1990) 3:50.22 og nr 11 av 42
  • Óli Mortensen (1996) 4:00.71 og nr 30 av 42
  • Alvi Hjelm (1996) 4:13.08 og nr 36 av 42

Kapping 25 – Menn 200 blandað

  • Alvi Hjelm (1996) 2:08.98 og nr 19 av 31

Kapping 31 – Menn 1500 frí

  • Pál Joensen (1990) 14:50.59 og nr 2 av 26
  • Óli Mortensen (1996) 15:49.14 og nr 16 av 26

Stevnan í Doha er mánadagin og týsdagin 2. – 3. november 2015, meðan stevnan í Dubai er fríggjadagin og leygardagin 6. – 7. november. Kappast verður á langgeil.

FINA stroymar finalurnar beinleiðis á FinaTV.

Hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á omegatiming.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.