SEV gevur Páls Høll virðislønina

Páls Høll fær ágóðan av norðurlendsku virðislønini hjá SEV, sum verður latin langhylinum at brúka til eina lyftu til rørslutarnað

Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har vit lyfta í felag.

Untitled

Nevndin í SEV hevur við støði í hesum avgjørt at lata Páls Høll tær 350.000 krónurnar, sum SEV hevur vunnið í norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini 2015. SEV letur fólksliga átakinum í Vági stuðulin til eina lyftu til rørslutarnað, so allir borgarar fáa javnbjóðis atgongd til langhylin í Vági.

– Verkætlanin í Vági ber bara til, tí fólk lyfta í felag og seta sær eitt mál, sum í fyrstu atløgu kann tykjast ómøguligt, men sum kortini ber á mál, tí allar góðar kreftir fara til verka. Í krónum og oyrum er Páls Høll bert ein brøkpartur av tí, ein líknandi verkætlan hevði kostað, um hon varð gjørd eftir dagsins prísum og bert við løntari arbeiðsmegi, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður i SEV.

Hann vísir á, at nevndin í SEV hevur stóra virðing fyri teimum mongu, sum hava reist Páls Høll, tí verkætlanin er gjørd av huga. Nevndin í elfelagnum samanber langhylin í Vági við grønu kósina hjá SEV, sum hevur nógvar tøkniligar avbjóðingar við sær, men sum fyrst og fremst skal røkka málinum um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030, tí vit lyfta í felag og ganga grønu leiðina av fullum huga.

Lesið her á sev.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.