Krista og Ragnvaldur norðurlendskir meistarar í svimjing

Tey bæði Krista Mørkøre og Ragnvaldur Jensen eru í hesum døgum í Bergen í Noregi, har tey luttaka fyri ÍSB í norðurlendsku meistarastevnuni í svimjing fyri brekað. Og har gongur upp á stás – í gjár vunnu tey bæði gull í 50 bringu, umframt at Krista vann silvur eisini í 400 frí, og í dag hevur í øllum førum Ragnvaldur vunnið gull í 100 bringu eisini.

Krista Mørkøre við heiðursmerkjum á NM í Bergen

(Krista við heiðursmerkjum á NM 2015. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Úrslitini frá stevnuni síggjast her á livetiming.no. Tað er nokk so avbjóðandi at fáa skil á nær tey vinna heiðursmerki og ikki, men her á myndini stendur Krista so í øllum førum við einum gullheiðursmerki, tveimum úr silvuri og tveimum úr bronsu.

ÍSB skrivar á Facebook:

Krista Mørkøre og Ragnvaldur Jensen hava hetta vikuskifti kappast til Nordisk mesterskab sum hesaferð var hildi í Nýggju…

Posted by ÍSB on Sunday, October 4, 2015

Úrslit av livetiming.no

Krista Mørkøre

  • Kapping 4 – 400 frí kvinnur – 5:20.67 og nr 2 (silvur og persónligt met)
  • Kapping 11 – 100 frí kvinnur – 1:09.36 og nr 3 (bronsu og persónligt met)
  • Kapping 13 – 50 bringa kvinnur – 42.42 og nr 1 (gull og persónligt met)
  • Kapping 17 – 50 firvald kvinnur – 36.27 og nr 5 (persónligt met)
  • Kapping 21 – 50 frí kvinnur – 32.71 og nr 3 (bronsu)
  • Kapping 25 – 100 bringa kvinnur – 1:34.24 og nr 2 (silvur)

Ragnvaldur Jensen

  • Kapping 10 – 100 frí menn – 1:03.45 og nr 4
  • Kapping 12 – 50 bringa menn – 34.62 og nr 1 (gull)
  • Kapping 20 – 50 frí menn – 28.32 og nr 2 (silvur)
  • Kapping 24 – 100 bringa menn – 1:18.39 og nr 1 (gull)

Ragnvaldur við heiðursmerkjum á NM í Bergen

(Ragnvaldur við heiðursmerkjum á NM 2015. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Talan er um svimjistevnu á langgeil, tað vil siga í 50 metra hyli. Norska svimjisambandið skrivar her at tey eru tilsamans 80 sum luttaka á hesi norðurlendsku meistarastevnuni, úr norðurlendsku londunum umframt Estlandi.

Ger viðmerking