Signhild 2:15.64 og føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á SuSvim Open í Vági svam teinin uppá 2:15.64. Hon átti sjálv juniormetið á 2:18.17 frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, og er nú rættiliga nær føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.

20150926IMG_0220

(Signhild í Vági í dag. Jón Bjarnason eigur myndina)

2 thoughts on “Signhild 2:15.64 og føroyskt juniormet í 200 rygg”

Ger viðmerking